Kappingarskráin er at finna her:

 
http://www.procup.se/cup/cupresclassgroup_skin01.php?Cup=30863&Lang_Current=DEN&wd=www.procup.se 
 
Leygardagin 8. juli 2017 skipar B36 aftur fyri Intersport Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini. 

Kappingin verður sett leygardagin 8. juli kl. 09.30 við millum annað einum fótbólts freestyle showið. Eftir hetta byrjar fótbóltsdagurin fyri allar aldursbólkar í Gundadali og á Tórsvølli.

Afturat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt eventøkið, har øll, sum luttaka í kappingini, kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystunum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum. Møguleiki er svimja og bowla ókeypis hendan dagin. 

Hetta er fjórða árið, at B36 skipar fyri Intersport Summar Cup og ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi summar tiltak, ið børn og ung kunnu gleða seg til hvørt ár. 

Vit síggjast til árins fótbóltsdag leygardagin 8. juli 2017.
 
Stuðla kappingina hava Thomas Dam Intersport, Trygginafelagið Føroyar, NO12, Suðuroyar Sparikassi, Ver, Aquador, FSF, Tórshavnar Kommuna og Føroya Bjór. 

 

Nýggjastu tíðindi

Tiltak