Leygardagin 8. juli 2017 skipar B36 aftur fyri Intersport Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini. Kappingin verður skipað eftir sama leisti sum eitt nú Dana Cup og Pondus Cup, ið túsund tals føroyskir ungdómar hava luttikið í.

Kappingin verður sett leygardagin 8. juli kl. 09.30 við millum annað einum fótbólts freestyle showið. Eftir hetta byrjar fótbóltsdagurin fyri allar aldursbólkar í Gundadali og á Tórsvølli.

Hetta er fjórða árið, at B36 skipar fyri Intersport Summar Cup og ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi summar tiltak, ið børn og ung kunnu gleða seg til hvørt ár. Undanfarnu kappingarnar hava eydnast sera væl og yvir 500 børn hava luttikið hesi árini.

Kappingin er fyri aldursbólkarnar U6, U8, U10, U12, U14, og tað er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Øll lið, ið luttaka í Intersport Summar Cup, eru tryggjað minst 4 dystir á 10 - 15 min.

Á hvørjum lið kunnu vera fylgjandi tal av leikarum:

U6 og U8: 4 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U10: 5 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U12: 7 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U14: 8 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar

Spælt verður á somu leikstødd, ið er galdandi sambært Kappingarreglunum fyri yngri deildir hjá Fótboltssamband Føroya.

Tilmelding og kostnaður

Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er

1. januar til 31. mars kr. 150,00,

1. apríl til 31. maj kr. 195,00,

1. juni til 30. juni kr. 225,00.

Les meira um ser tilboð frá 1. januar til 31. mars HER!

Við í prísinum er:

  • Adidas Intersport Summar Cup T-shirt
  • Sandwich
  • Luttøkuskjal
  • Liðmynd
  • Frukt og sunkist
  • Vatn
  • Ókeypis armband til event umráðið
  • Ókeypis svimjing og bowling
  • Luttøka í skattajaktini
Allir luttakarar í kappingini fáa avsláttur á 20% á gaggur, skinnarar og fótbóltar hjá Thomas Dam Intersport í Tórshavn, Klaksvík og á Glyvrum.
 
Tilmeldingin byrjar 1. januar 2017 og heldur fram til 30. juni 2017. Tilmelding og gjald fer fram her og er bindandi*.

Eru spurningar ella ivamál í samband við tilmeldingina er møguleiki at seta seg í samband við høvuðsfyriskiparan, Andrass Thomsen, á tlf. 26 36 36 ella andrassthomsen87@gmail.com.

Vinningar

Vinnararnir í hvørjum aldursbólki fáa steyp og atgongumerkir til ein finaluna í kappingini um Løgmanssteypið í heyst, meðan bæði nr. 1, 2, og 3 fáa heiðursmerkir. Heiðursmerki verða eisini latin til tað nr. 1 og 2 í B bólkinum.

Event økið

Aftrat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini eitt stórt event økið, har øll, sum luttaka í kappingini, kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystinum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum. Allir luttakarar í kappingini fáa eitt ókeypis armband, ið gevur møguleika at vitja event økið.

Í event økinum verður møguleiki at royna streetfótbólt, hoppiborgir, FIFA 16 og nógv annað stuttligt. Øll sum luttaka í Intersport Summar Cup sleppa at svimja og bowla ókeypis hendan dagin. Eisini verður free style fótbólts-workshop, har børnini læra fótbóltstricks.

Aftrat hesum verður eisini skipað fyri FM í brotsspark, har málverjar úr Effo deildini fara at verja málið. Vinnarin fær steyp til ognar. Kappingin er skipa í somu aldursbólkum sum sjálv fótbóltskappingin og verður hildin aftaná finaluna í hvørjum aldursbólki.

Í event økinum verður café, har møguleiki verður at taka sær av løttum og keypa okkurt gott at eta og drekka.

* Fyriskipararnir tilskila sær rætt til at steðga tilmelding í einum ella fleiri bólkum, um hetta tryggjar eina betri skipaða kapping. Møguleiki er tá at koma á bíðilista. Samstundis sum minsta mark fyri at kapping verður skipa í einunm bólkið er, at fýra lið ella fleiri hava melda seg til.

Nýggjastu tíðindi

Tiltak