Gisting

Sum nakað nýtt, so verður tað í ár møguligt hjá U11, U13 og U15 liðum at gista í Tórshavn, meðan Intersport Summar Cup er. Gist verður í skúlastovum á frá 4. til 5. juli 2020.

 

Íroknað í prísinum fyri gisting er: 
  • Luttøka í kappingini (les meira um hvat hetta inniheldur HER)
  • Morgunmatur leygar- og sunnumorgun,
  • Matpakki  leygar- og sunnudag,
  • Nátturði leygarkvøld,
  • Busskoyring millum skúla og vallir.

 
Prísurin fyri gisting er (inkl. luttøku í kappingini):

Serprísur: 695,00 kr. frá 1. februar - 31. mars.

Vanligur prísur: 795,00 kr. frá 1. apríl - 1. juni 2020.

 
 
Tá gist verður skulu liðini:
  • Hava minst ein vaksnan við sær, sum eisini gistirm

  • Hava undirlag og soviposa viðm

  • Sjálvi flyta skúlaborðini á stovini tilsíðis,

  • Rudda alt upp eftir sær og seta borðini uppá pláss aftur,

  • Rinda depositum á 500 kr pr. lið,

  • Virða reglugerð á skúlanum. Brot á hetta kann hava við sær burturvísing

 

Um serlig atlit eru, so skal boðast frá hesum í samband við tilmelding.
 
Booking av gistin fer fram við at senda ein teldupost til summarcup@gmail.com og síðani gjalda við bankaflyting. Bookingin er tó fyrst endaliga góðkend, tá vit hava móttikið flytingina.

Nærri boð koma um inn- og út kekk á skúlanum.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum ísmb. við gisting. 

Eru spurningar ella ivamál er møguleiki at sende ein teldupost summarcup@gmail.com.