Kappingarárið 2018 stendur fyri framman, tí bjóða vit øllum til Intersport Mini Cup 2018 sunnudagin 18. marts í Gundadali.
Kappingin er fyri fylgjandi aldursbólkar:
U7 (f. 2011 ella seinni)
U9 (f. 2009-10)
U11 (f. 2007-08)
U13 (f. 2005-06)
Nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólkið fáa heiðursmerki.
Á vinnandi liðinum fær hvør leikari eitt gávukort til ókeypis luttøku í Intersport Summar Cup
Í U7 og U9 eru 4 leikarar á vøllinum (leika á vølli, sum er áleið 21 x 30m)
Í U11 og U13 eru 7 leikarar á vøllinum (1/4 vøll)
Møguleiki er at hava 2 skiftisleikara.
Seinasta freist at melda til er hósdagin 15. marts kl. 18.00. Prísurin at luttaka er kr. 300,00 pr. lið og verður goldið við tilmelding.