Aldursbólkar

U7 (f. 2011 ella seinni)
U9 (f. 2009-10)
U11 (f. 2007-08)
U13 (f. 2005-06)
U15 (f. 2003-04)

Undantak til aldursbólkarnar verður bert givið, um leikarin er skrásettur hjá FSF at hava undantaksloyvið at spæla í einum yngri aldursbólkið.

Ein leikari kann bert leika fyri eitt lið pr. aldursbólk. Um so er og tað verður kært, so tapir seinna liðið allar sínar dystir.

Leiktíð

U7 - U9: 10 min. pr. dyst
U11 - U13: 2 x 15 min. pr. dyst
U13: 2 x 20 min. pr. dyst

Allir dystur á sama leikvølli (td. Tórsvølli) verða settir í gongd í senn. Um liðini á einum av dystarvallinum ikki er klár, so verður tann dysturin tað stytri. Um lið ikki eru klár at byrja, tá 2 min. eru farin, verður tað liðið, ið ikki er klárt dømt at tapa dystin.

Vallarstødd

U15 leika 2/3 vølli (16m til 16m),
U13 leika á 1/2 vølli,
U11 leika á 1/4 vølli,
U7 - U9 leika á vølli, sum er áleið 21 x 30m.

Tal av leikararum

Á hvørjum lið kunnu vera fylgjandi tal av leikarum:

U7 og U9: 4 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U11: 7 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U13: 8 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar
U15: 9 leikarar + 3 møguligir skiftisleikarar

Nýtt verður “flúgvandi útskifting”, tó kann útskifting bert fara fram, meðan steðgur er í dystinum og innskifti leikarin kann fyrst fara á vøllin, tá hin leikarin er farin av vøllinum. Innskiftan fer altíð fram við miðlinjuna.

Skipan av kappingum - 1 Bólkur

Um tað bert er ein bólk leika øll liðini einaferð ímóti hvørjum øðrum, spælt verður ikki enda umfar.

Skipan av kappingum - 2 ella fleiri Bólkar

Spælt verður fyrst eitt innleiðandi bólkaumfar, síðani vera liðini deild í ein A og B kapping, ið verður avgreidd eftir “cup” skipanini. A bólkurin spælur um gull, silvur og bronsu heiðursmerki, meðan B bólkurin spælur um gull og silvur heiðursmerki.

Javnt í stigum / javn í “cup” dysti

Um tað stendur javnt millum tveir ella fleiri lið í stigum, so verður kappingin avgjørd:

1. Málmunur
2. Skotin mál
3. Innanhýsis dystur

Um lið enn standa á jøvnum, verður brotssparkskapping millum liðini. Sparka verða 4 skot pr. lið, um tað enn er á javnum, verður sparka eitt og eitt skot til eitt lið skorar og hitt ikki skorar.

Um javnt er í “cup” dysti verður fyrst spæld longd leiktíð á 5 min. Steðga verður ikki um eitt lið skorar. Um enn stendur á jøvnum verður brotssparkskapping, ið verður avgreidd eins og omanfyri.

Málmaður

Málmaðurin kann í øllum aldursbólkum brúka hendur og “gyppa”. Men í U13 og U15, so er ikki loyvt hjá málverjanum at taka bóltin upp, tá hann verður lagdur aftur til hansara. Troyggjan hjá málverja skal vera annan lit enn hjá útileikarum.

Døming

Dømt verður sambært galdandi fótbóltsreglum. Gul og reyð kort vera tó ikki nýtt í kappingini. Men dómarin kann koyra leikarin út, um tað hendur, so kann leikarin ikki spæla aftur í tí dystinum, men kann spæla næsta dyst.

Rangstøða

Rangstøða verður bert nýtt hjá U15.

Leikarabúnar

Allir leikarar (undantikið málverjin) skulu hava eins troyggjur, sí brot um vestar, um liðini hava eins littar troyggjur.

Allir leikarar skulu hava beinverjar, um ein leikari ikki hevur beinverjar verður leikarin koyrdur av vøllinum. Hetta er galdandi til leikarin hevur fingið beinverjar.

Vestar

Um liðini hava eins littar troyggjur, ella um vandi er fyri blanding av liðum, so skal tað liðið, ið stendur sum úti lið altíð hava vestar. Vestarnir skulu gevast aftur til dómaran, so skjótt sum dysturin er liðugur.

Kærur

Kærast kann bert um fylgjandi brot og skal kæra verða latin kappingarleiðsluni, ið tekur endaliga avgerð, beint eftir dysturin er liðugur:

  • Nýtsla av leikarum, ið hava leikt við øðrum liðið í sama aldursbólkið,
  • Nýtsla av eldri leikararum,
  • Nýtsla av fleiri leikararanum á vøllinum enn loyvt.

Saman við kæruni skal eitt kærugjald á kr. 500,00 rindast. Kærugjaldið verður endurgoldið, um viðhald fast í kæruni.

Dómarans avgerðir, ið eru tiknar í dysti, eru endaligar og kunnu tískil ikki kærast.

Um ivamál eru, so verður útgangsstøðið tikið í vanligu kappingarreglurnum hjá Fótbóltssamband Føroya fyri tann ávísa aldursbólkin.