Gisting
Sum nakað nýtt, so verður tað í ár møguligt hjá U11, U13 og U15 liðum at gista í Tórshavn, meðan Intersport Summar Cup er. Gist verður í skúlastovum á frá 5. til 7. juli 2019.
Íroknað í prísinum fyri gisting er:
- Luttøka í kappingini (les meira um hvat hetta inniheldur HER)
- Morgunmatur leygar- og sunnumorgun,
- Matpakki leygar- og sunnudag,
- Nátturði leygarkvøld,
- Busskoyring millum skúla og vallir.
Prísurin fyri gisting er (inkl. luttøku í kappingini):
Serprísur: 695,00 kr. (til tey fyrstu 500, ið melda til)
Vanligur prísur: 795,00 kr.
Tá gist verður skulu liðini:
Hava minst ein vaksnan við sær, sum eisini gistirm
Hava undirlag og soviposa viðm
Sjálvi flyta skúlaborðini á stovini tilsíðis,
Rudda alt upp eftir sær og seta borðini uppá pláss aftur,
Rinda depositum á 500 kr pr. lið,
Virða reglugerð á skúlanum. Brot á hetta kann hava við sær burturvísing
Um serlig atlit eru, so skal boðast frá hesum í samband við tilmelding.
Booking av gistin fer fram
HER. Møguleiki er eisini at booka gisting við at senda ein teldupost til b36@b36.fo og síðani gjalda við bankaflyting. Bookingin er tó fyrst endaliga góðkend, tá vit hava móttikið flytingina.
Nærri boð koma um inn- og út kekk á skúlanum.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum ísmb. við gisting.
Eru spurningar ella ivamál er møguleiki at sende ein teldupost b36@b36.fo.